Almennur morgunmatur leygardagin

Leygarmorgun er almennur morgun matur í skúlahøllini í Vágs Skúla frá kl. 9.30 til kl. 12.00.

Almenni morgunmaturin er samstundis seinasta tiltak í 110 ára vikuni hjá Vágs kommunu, sum byrjaði mánadagin.

Øll eru hjartaliga vælkomin til morgunmatin, sum sjálvsagt er ókeypis.