110 ára vikan: Týsdagur

Týsdagin eru nógv ymisk spennandi tiltøk á skránni í 110 ára vikuni hjá Vágs Kommunu.

Týsdagin 3. oktober

Kl. 10.00 Eldra-morgunkaffi í Eldrasambýlinum

Felags eldra-morgunkaffi á Eldrasambýlinum í Vági frá kl. 10. Tey, ið ynskja bil frá húsum til Eldrasambýlið og heimaftur, kunnu boða frá á Miðlatúni í seinasta lagi mánadagin kl. 16.

 

Kl. 10.00-12.00 Vágs Skúli “opið hús”

Vágs Skúli hevur opið hús, har øll eru vælkomin inn á gólvið at fáa sær ein kaffimunn og fáa eina rundvísning í skúlanum.

 

Kl. 10.00-12.00 Sóljan – barnagarðsstovurnar í Vágs Skúla “opið hús”

Sóljan, sum eru nýggju barnagarðsstovurnar í Vágs Skúli, hava opið hús frá kl. 10.00 til kl. 12.00, har øll eru vælkomin inn á gólvið at fáa sær ein kaffimunn.

 

Kl. 13.00-15.00 Hamragarður “opið hús”

Hamragarður hevur opið hús, har øll eru vælkomin inn á gólvið at fáa sær ein kaffimunn og til eitt gott prát.

 

Kl. 15.00-22.00 Ungsdómshúsið “opið hús”

Ungdómhúsið, sum heldur til í Gamla Sparikassanum á Vágsvegi 71, hevur opið hús týsdagin frá kl. 15 til kl. 22, har tey bjóða kaffi og køkur – og bjóða børnum, ungum, foreldrum og ommum og abbum á vitjan.

Tey ungu bjóða eisini av í FIFA 18 kapping, hvør er fresh 😊

 

Kl. 19.30 Filmsvísing í Miðlatúni

Vegna tekniskar trupulleikar verður filmurin hjá Anders Kristensen ikki vístur. Í staðin verður vístur ein farvi-filmur frá 1950, har nógvar upptøkur eisini eru úr Suðuroynni og úr Vági. Harumframt verður vístur filmur frá vitjanini hjá Reynir í 1965, tá VB og Reynir spældu fótbólt á Eiðinum.

Filmsvísingin verður í Miðlatúni týskvøldið, ónskvøldið og tórskvøldið kl. 19.30. Filmsvísingin er í samstarvi við Vágs Sóknar Bygdasavn – og er ókeypis.