110 ára vikan: Mánadag

Skráin fyri 110 ára vikuna byrjar mánadagin 2. Okt.

Frá kl. 10 til kl. 12 hevur Vágs Skúli “opið hús”. Tá øll eru hjartaliga vælkomin at vitja Vágs Skúla og fáa eina rundvísing í skúlanum – og skúlin bjóðar eisini ein kaffimunn.

Mánakvøldið kl. 19.30 er fyrilestur við Poul Andreassen í Miðlatúni “Um søguligu gongdina í bygdini, tann eldra søgan og nakað upp móti nútíðini”.