Dagførda! skráin fyri 110 ára vikuna

Vágs kommuna verður 110 ár sunnudagin 1. oktober. Og í hesum sambandi er spennandi skrá løgd fyri vikuna. Skráin byrjar mánadagin 2. oktober og endar við almennum morgunmati í Vágs Skúla leygardagin 7. oktober.

Skráin er niðanfyri. Nøkur tónleika tiltøk koma afturat skránni, kunnað verður um hetta seinni.

 

Mánadagin 2. oktober

Kl. 10.00-12.00 Vágs Skúli “opið hús”

Vágs Skúli hevur opið hús, har øll eru vælkomin inn á gólvið at fáa sær ein kaffimunn og fáa eina rundvísning í skúlanum.

 

Kl. 19.30 Fyrilestur í Miðlatúni

Fyrilestur við Poul Andreassen “Um søguligu gongdina í bygdini, tann eldra søgan og nakað upp móti nútíðini”.

 

Týsdagin 3. oktober

Kl. 10.00 Eldra-morgunkaffi í Eldrasambýlinum

Felags eldra-morgunkaffi á Eldrasambýlinum í Vági frá kl. 10. Tey, ið ynskja bil frá húsum til Eldrasambýlið og heimaftur, kunnu boða frá á Miðlatúni í seinasta lagi mánadagin kl. 16.

 

Kl. 10.00-12.00 Vágs Skúli “opið hús”

Vágs Skúli hevur opið hús, har øll eru vælkomin inn á gólvið at fáa sær ein kaffimunn og fáa eina rundvísning í skúlanum.

 

Kl. 10.00-12.00 Sóljan – barnagarðsstovurnar í Vágs Skúla “opið hús”

Sóljan, sum eru nýggju barnagarðsstovurnar í Vágs Skúli, hava opið hús frá kl. 10.00 til kl. 12.00, har øll eru vælkomin inn á gólvið at fáa sær ein kaffimunn.

 

Kl. 13.00-15.00 Hamragarður “opið hús”

Hamragarður hevur opið hús, har øll eru vælkomin inn á gólvið at fáa sær ein kaffimunn og til eitt gott prát.

 

Kl. 15.00-22.00 Ungsdómshúsið “opið hús”

Ungdómhúsið, sum heldur til í Gamla Sparikassanum á Vágsvegi 71, hevur opið hús týsdagin frá kl. 15 til kl. 22, har tey bjóða kaffi og køkur – og bjóða børnum, ungum, foreldrum og ommum og abbum á vitjan.

Tey ungu bjóða eisini av í FIFA 18 kapping, hvør er fresh 😊

 

Kl. 19.30 Filmsvísing í Miðlatúni

Vegna tekniskar trupulleikar verður filmurin hjá Anders Kristensen ikki vístur. Í staðin verður vístur ein farvi-filmur frá 1950, har nógvar upptøkur eisini eru úr Suðuroynni og úr Vági. Harumframt verður vístur filmur frá vitjanini hjá Reynir í 1965, tá VB og Reynir spældu fótbólt á Eiðinum.

Filmsvísingin verður í Miðlatúni týskvøldið, ónskvøldið og tórskvøldið kl. 19.30. Filmsvísingin er í samstarvi við Vágs Sóknar Bygdasavn – og er ókeypis.

 

Ónsdagin 4. oktober

Kl. 9.00-11.00 Dagrøktin “opið hús”

Frá kl. 9 til kl. 11 er opið hús í Dagrøktini, har øll eru vælkomin framvið at fáa sær ein kaffimunn og til eitt prát, samstundis sum tað ber til at síggja hølisviðurskiftini og umstøðurnar í Dagrøktarhúsinum.

 

Kl. 13.00-15.00 Dagstovnurin Eikilund “opið hús”

Frá kl. 13 til kl. 15 er opið hús í dagstovninum Eikilund, har øll eru vælkomin framvið at fáa sær ein kaffimunn og til eitt prát, samstundis sum tað ber til at síggja hølisviðurskiftini og umstøðurnar í Eikilund.

 

Kl. 13:00 – 15:00 Skúlatannlæknin “opið hús

Frá kl 13 til 15 er opið hús há Skúlatannlæknanum, har øll eru vælkomin framvið at fáa sær ein kafimunn og eitt prát, samstundis, sum tað ber til at síggja hølisviðurskiftini og umstøðurnar á tannlæknastovuni.

 

Kl. 19.30 Filmsvísing í Miðlatúni

Vegna tekniskar trupulleikar verður filmurin hjá Anders Kristensen ikki vístur. Í staðin verður vístur ein farvi-filmur frá 1950, har nógvar upptøkur eisini eru úr Suðuroynni og úr Vági. Harumframt verður vístur filmur frá vitjanini hjá Reynir í 1965, tá VB og Reynir spældu fótbólt á Eiðinum.

Filmsvísingin verður í Miðlatúni týskvøldið, ónskvøldið og tórskvøldið kl. 19.30. Filmsvísingin er í samstarvi við Vágs Sóknar Bygdasavn – og er ókeypis.

 

Kl. 15.00 – 17.00 Ruth Smith Savnið

Ruth Smith Savnið er opið og øll eru vælkomin á gátt at vitja hetta framúrskarandi savn av málninga-dýrgripum eftir Ruth Smith.

 

Kl. 16.00 – 18.15 (19.00) Ókeypis svimjing í Páls Høll

Í samband við 110 ára vikuna hjá Vágs kommunu verður ókeypis svimjing í Páls Høll ónsdagin 4. oktober. Opið er frá kl. 16.00 til kl. 18.15 (Páls Høll letur aftur kl. 19.00).

 

 

 

Tórsdagin 5. oktober

Kl. 12.00 Eldradøgurði á Hamragarði
Eldradøgurði fyri borgarar, sum eru 65 ár og eldri verður á Hamragarði. Borðreitt verður við lambasteik v/eplum og sós. Omaná kaffi/te og dessert.

Tey, sum ynskja at luttaka í felags døgurðanum á Hamragarði tórsdagin 5. oktober kl. 12 verða biðin um at boða frá í Miðlatúni á tlf. 239390 í seinasta lagi mánadagin 2. okt. kl. 12.00

Døgurðin v/kaffi og te kostar 30 kr.

Tey, sum ynskja bil vestur á Hamragarð, verða somuleiðis biðin um at siga frá í Miðlatúni á tlf. 239390. Bilur má bíleggjast í seinasta lagi ónsdagin 4. okt. kl. 14.

 

Kl. 14:00 – 16:00 Eldrasambýlið ” opið hús”

Frá kl. 13 til kl. 15 er opið hús uppi í Eldrasambýlinum, har øll eru vælkomin framvið at fáa sær ein kaffimunn og til eitt prát, samstundis sum tað ber til at hyggja runt.

 

Kl. 15.00 – 17.00 Ruth Smith Savnið

Ruth Smith Savnið er opið og øll eru vælkomin á gátt at vitja hetta framúrskarandi savn av málninga-dýrgripum eftir Ruth Smith.

 

Kl. 19.00 Gangi- og trillitúrur við Hvistuni

Rørslufelagið Hvistan skipar fyri gangi- og trillutúri ónskvøldið l. 19. Byrjað verður við Tríkantin á Sandinum.

 

Kl. 19.30 Filmsvísing í Miðlatúni

Vegna tekniskar trupulleikar verður filmurin hjá Anders Kristensen ikki vístur. Í staðin verður vístur ein farvi-filmur frá 1950, har nógvar upptøkur eisini eru úr Suðuroynni og úr Vági. Harumframt verður vístur filmur frá vitjanini hjá Reynir í 1965, tá VB og Reynir spældu fótbólt á Eiðinum.

Filmsvísingin verður í Miðlatúni týskvøldið, ónskvøldið og tórskvøldið kl. 19.30. Filmsvísingin er í samstarvi við Vágs Sóknar Bygdasavn – og er ókeypis.

 

Leygardagin 7. oktober

Kl. 9.30 Almennur morgunmatur

Almennur morgunmatur í skúlahøllini í Vágs Skúla frá kl. 9.30 til kl. 12.00.