Vágs kommunu 110-ára viku

Sunnudagin 1. oktober 2017 eru tað 110 ár, síðan Vágs kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna.

Vágs kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna í 1907, eftir at Vágs sókn, Sumbiar sókn, Porkeris sókn og Fámjins sókn høvdu verið í felagskommunu frá 1879, tá Fróðbiar sókn gjørdist sjálvstøðug kommuna. Árið frammanundan, í 1878, fór Hvalbiar kommuna úr felagskommununi.

Í samband við at Vágs kommuna gerst 110 ár, verður skipað eina 110 ára viku, sum byrjar mánadagin 2. oktober og endar leygardagin 7. oktober.

Skráin fevnir bæði um fyrilestrar, framsýningar, rørslu-tiltøk, ókeypis svimjing, felags morgunmat os.fr. Harumframt fara allir kommunalir stovnar í Vági at hava opið hús í vikuni, soleiðis at tey, sum hava áhuga, fáa høvi at vitja kommunalar stovnar, fáa eitt gott prát saman við einum góðum kaffimunni.

Tiltøk eru skipaði fyri bæði ung og eldri – frá tiltøkum í Ungdómhúsinum og til tiltøk á eldrabústøðunum, Eldrasambýlið og Hamragarður.

Í Miðlatúni eru tiltøk hvørt kvøld í vikuni. Byrjað verður við fyrilestri hjá søgukøna vágbinginum Poul Andreassen. Harumframt verður filmurin hjá Anders Kristensen, sum er upptikin í Vági í 1950unum eisini vístur á stórskíggja í Miðlatúni, hetta í samstarvi við Vágs Sóknar Bygdasavn. 

Skráin fyri 110-ára vikuna verður løgd út á heimasíðuna hjá Vágs kommunu seinni í dag, umframt at komandi vikuna verður greitt frá tiltøkunum, sum eru á skrá.