Esther Suðuroy 15 ára starvsdag

Merkisdagur var á býráðsskrivstovuni ónsdagin 27. september, har Esther Suðuroy varð heiðrað á sínum 15 ára starvsdegi.

Dennis Holm, borgarstjóri, takkaði Esther fyri trúgva tænastu og handaði gávu.

Dagurin var eisini serligur við tað at Esther nú fer í farloyvið og ferð komandi tvey árini at røkja bókhaldsstarv á Strandferðsluni.

Skipað varð fyri einari hugnaløtu á býráðsskrivstovuni har Esther og starvsfelagarnir fingu ein góðan kaffimunn og kaku.