Starvsfólk til teknisku deild

Søkt verður eftir einum starvsfólki til teknisku deild hjá Vágs kommunu.

Arbeiðsuppgávur:

Starvsfólkið kemur at vísa til arbeiðsformannin og kemur m.a. at takast við umsjón og røkt av føstum ognum hjá Vágs kommunu.

 

Førleikar:

Tann, ið settur verður eigur at hava góð samstarvsevnir, verða røkin og hava koyrikort. Tað kann verða ein fyrimunur um umsøkjarin hevur onkra handverkaraútbúgving, men ikki eitt krav.

 

Setanarviðurskifti:

Starvið er 20 tímar um vikuna við skiftandi arbeiðstíðum.

Lønar og setanarviðurskifti verða sambært sáttmála millum KAF og Starvsmannafelagið.

 

Umsókn við prógvum, viðmælum og frágreiðing um arbeiðsroyndir skulu sendast til Vágs kommunu.

 

Neyvari upplýsingar um starvið, lønar- og setanartreytir kunnu fáast á telefon 239302 ella 733008.

 

Umsóknirnar skulu verða Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi 13. oktober 2017 kl. 12.00.

 

Skrivlig umsókn skal sendast til:

 

Vágs kommunu

Vágsvegur 30

FO-900 Vágur

Viðm. Starvsfólk til TD

Ella vagur@vagur.fo