Móttøka tá Nýborg kom á Vág

Dennis Holm, borgarstjóri, bjóðaði Nýborg vælkomna til Vágs seinnapartin.

Dagurin í dag er ein góður dagur – ein stórur dagur – og vónandi eisini ein dagur, sum okur fara at minnast aftur á sum ein nýggj byrjan her í Vági.

Okur, sum eru farin um tey 40, minnast flest øll Vág í 1980unum og ikki minst nógvu árini áðrenn tað, sum eitt stað við nógvum trolarum, fiskiskipum og útróðrarbátum. Minnast eitt kei-økið við nógvum virksemi um kei-kantin, nógvum skipum og bátum við bryggju og á ferð, og inni á virkjum á keiøkinum, ikki minst á Polarfrost, var ein ørgrynna av fólki til arbeiðis. Her var lív í og nógv fólk vunnu her til dagsins uppihald.

Men sum tíðirnar broyttist, ikki minst eftir kreppuna í 1992, so er virksemi á og við keiina í Vági minkað í hvørjum. -Og tey, sum eru vaksin upp seinastu 15-20 árini, kenna lítið og onki til at trolarar og fiskiskip landa ella til fiskaarbeiði á flakavirkinum. Tíverri !

Dagurin í dag er vónandi ein byrjan til at okur aftur fara at síggja økt virksemi á keiøkinum og við kei-kantin í Vági – til frama fyri fólkinum her á staðnum.

Eg minnist, eins og mong onnur, á góðu og stuttligu løturnar til arbeiðis á keiøkinum í Vági. Eg var í 1989 og 1990 partur av landingarsjakkinum hjá Magnus á Báraldarbakka. Í juli 1990, stutt áðrenn Ólavsøku, landaðu okur Vágborg, sum var afturkomin av rækjuveiðu við Svalbard. Okur vóru ikki meiri enn byrjaðir, tá gamla Nýborg kom aftur úr Senegal, har hon hevði verið til fiskiskap í eitt tíðarskeið. Við umborð var ein afrikanari, sum skuldi til fiskiskap við Vágborg – og hann var eisini sendur í lastina á Vágborg saman við okkum. Og fór hann soleiðis frá eini 25-30 hitastigum í Senegal til millum 20 og 30 kuldastig í lastina á Vágborg – og sum vera man, so var lítil futtur í honum í lastini hesar dagarnar.

Nú liggur so aftur ein Nýborg við bryggju í Vági. Ein vøkur nýggj Nýborg, eitt nýmótans pelagiskt skip.

Okur eiga øll at gleðast um, at okur eiga fólk, sum hava áræði og dirvi at byrja nýtt virksemi og roynar nýggjar vinnuligar leiðir. -Eiga at gleðast um tað treiskni og áhaldni, sum tykur øll handan reiðaríið hava víst seinastu árini – tí mótstreymurin hevur verið harður og ágangurin við – og neyvan hava allir dagar á skrivstovuni á Gørðunum verið so hugaligur, sum dagurin í dag.

Lat okum her á leiðini standa saman um og stuðla tí virksemi, sum her er – tí okur kunnu bara staðfesta, at tey stóru tøkini mugu okur sjálvi taka – við ella uttan hjálp uttanífrá.

Tykkum øllum handan reiðaríið, Alex og fólkini rundan um teg, og ikki minst skipara og manning á nýggju Nýborg fari eg at ynskja hjartaliga tillukku við skipinum.

Tað er mín vón, at tað fer at gangast tykkum væl – og má Harrin fylgja tykkum á leiðini.

 

Dennis Holm, borgarstjóri