Nes-kei og vegurin oman á Nes-kei verða nú dagførd

Eftir áheitan frá borgara verður keiin á Nesi og vegurin oman á Nes-kei nú dagførd.

Keiin og vegurin oman til keina fórst í eini ódn fyri nøkrum árum síðani. Harumframt er er vegurin oman á hetta sera vakra náttúruøkið við Nes-kei eisini illa farin – og treingir til dagføring..

Býráðið hevur nú samtykt at farast skal undir at dagføra vegin og Nes-kei. Hetta arbeiðið verður gjørt nú í heyst.

Myndin er frá heimasíðuni Dronumyndir.com