Heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum byrjað

Í dýrdarveðri tók Vágur í dag ímóti 32 nýggjum næmingum, sum byrjaðu á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Umframt nýggja næmingar, so bjóða vit eisini nýggjum lærarum vælkomnum, nú 2. árið á Ítróttaháskúlanum er farið ígongd.

Vit gleðast um, at fólk bæði í Føroyum og uttanlands hava tikið so væl ímóti spennandi Ítróttaháskúlanum. Ein tvífalding av næmingatalinum frá fyrsta skeiðnum á heysti 2016 til hetta triðja skeiði, sum nú er byrjað, sigur alt. -Og eiga vit at verða stólt um at hava ein háskúli, sum ung í Føroyum og uttanlands leita til, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Tað er upplyftandi og lívsgevandi at síggja hesi ungu á ferð í nærumhvørvinum og vit vóna, at tey fara at fáa nógvar góðar og ógloymandi løtur her á leiðini komandi 15-16 vikurnar, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Lesið meiri um Ítróttaháskúlan í Suðuroy á www.his.fo