Benkur settir upp

Nógvar náttúruperlur eru kring Vágsfjørð og nógv dáma væl at ganga ein túr og njóta løtuna úti í náttúruni.

Áheitan er eisini komin frá fólki, sum ganga nógv í náttúruni og eftir avsíðis vegastrekkjum, um at seta upp benkur, so tilber at hvíla beinini eina løtu, samstundis sum ein kann njóta útsýnið.

Og nú eru so settur upp benkur ymsastaðni í kommununi. Ein bonkur er settur upp framvið vegnum niðan á Eggjarnar. Bonkur er eisini settur upp framvið gamla Nesvegnum (vegurin í erva úr Vági, framvið bóndagarðinum og út á Nes).

Frammanundan eru eisini sett upp borð og benkur vesturi á Eiðinum, og ætlanin er eisini um at seta fleiri benkur og borð upp kring um í kommununi.

Vónandi verður tikið væl ímóti hesum og farið verður væl um.