Tannlæknastovan ein tannlækna afturat

Tannlæknastovan hjá Rudie Thomsen, sum heldur til í Heilsumiðstøðini í Vági, fer í august ein tannlækna afturat.

Í hesum sambandi er hølini, sum skúlatannlæknin helt til í, nýgjørd og nýggjur tannlæknastólur er settur upp.

Víðkanin av virkseminum í Tannlæknastovuni hjá Rudie Thomsen førir við sær, at tað eftir summarfrítíðina verða tveir tannlæknar, ein tannrøktari, umframt 4 klinikk-assistentar á Tannlæknastovuni hjá Rudie Thomsen.

Umframt at verða privatur tannlækni, so er Tannlæknastovan hjá Rudie Thomsen eisini barnatannlækni fyri Vágs, Sumbiar, Porkeris og Hovs kommunur.