Tvøroyrar kommuna handa viðurkenningar

Í samband við stóra hjálpararbeiði, sum varð framt í allari Suðuroynni, tá stóreldur herjaði Varðan Pelagic á Tvøroyri, handaði Kristin Michelsen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu, ónskvøldið 28. Juni, kommununum í Suðuroynni viðurkenningar skjal frá Tvøroyrar kommunu.

Kristin Michelsen segði á móttøku, at Tvøroyrar kommuna og øll tvørafólk vóru ómetaliga takksom fyri stóru hjálpina, sum kom úr allari Suðuroynni hendan lagnu dagin 9. Juni, tá sólskinssøgan í Suðuroynni, Varðin Pelagic, brendi.

-Trupult er at fara og nevna nøvn, tí tá er vandi fyri at gloyma onkran, tí hava vit valt at lata eina viðurkenning til kommunurnar, sum eisini umboða fyritøkur og felagsskapir og einstaklingar í kommununum, segði Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri.