Gera dagføringar á havnalagnum

Í samband við at ætlanir eru um økt virksemi á virkinum hjá Bakkafrost (gamla Polarfrost) á keiini, hevur Havna- og Vinnunevndin tikið  stig til at gera ymiskar dagføringar á økinum.

Millum annað er økið í vestara kanti av keiini grivið upp og verður nýgjørt, soleiðis at tað verður betur at koyra eftir við t.d. trukkum og øðrum akførum.

Anna B. Samuelsen, forkvinna í Havna- og Vinnunevndini sigur, at nevndin hevur sett á skrá dagføringar á havnaøkinum. Fleiri dagføringar eru gjørdar seinastu árini og hildið verður áfram við hesum arbeiðinum, men nú nýtt býráðsskeið er byrjað, eru vit í Havna- og Vinnunevndini eisini farin undir at seta orð á, hvussu raðfestast skal komandi árini.

Vit gleðast um tíðindini, um at Bakkafrost hevur ætlanir um at byggja kryvjivirkið á gamla Polarfrost í Vági. Umstøðurnar til at reka vinnu á havnalagnum í Vági eru góðar og ynskja vit eisini at gera okkara til, at karmarnir hjá vinnuni á havnalagnum allatíðina verða lagaðir til broyttan tørv, sigur Anna B. Samuelsen.