OL-gullvinnari á venjingarlegu í Vági

Stór tíðindi úr Páls Høll í morgun, nú litavska heimsstjørnan Rūta Meilutytė er komin til Vágs á venjingarlegu.

Rūta Meilutytė er OL-gullvinnari frá London og hevur heimsmet í 50 m. bringu, og 100 m. bringu á bæði langgeil og stuttgeil, kom í gjár til Vágs, har hon komandi vikurnar skal verða á venjingarlegu í Páls Høll

Umframt at verða OL gull vinnari í 100 m. bringu við OL í London, so er Rūta Meilutytė fýr-faldur heimsmeistari, fimm-faldur evropeiskur meistari, og hevur vunnið eina røð av øðrum medaljum bæði til heimsmeistarakappingar, evropeiskar kapping og til world-cup kappingar.

Rūta Meilutytė hevur eisini heimsmet í 50 m. bringu, og 100 m. bringu á bæði langgeil og stuttgeil.

Rūta Meilutytė er 20 ára gomul og saman við venjara sínum komin á venjingarlegu í Páls Høll í Vági í samband við fyrireikingar til Heimsmeistara-kappingina í Ungarn í juli.

Rūta sigur, at hon í staðin fyri at fara á hæddarvenjingarlegu, sum var ætlanin, ella á venjingarlegu í onkrum av evropeisku stórbýnum, heldur vildi sleppa til eitt stað, har umstøðurnar eru í topp og har tað er friður til at savna seg fult og heilt um fyrireikingarnar til HM í summar. -Og nú hon og venjarin eru til fyrstu venjing í Páls Høll í morgun, lata tey sera væl at umstøðunum.

Helst er hetta ein av allarstørstu ítróttastjørnunum, sum er komin til Føroyar á venjingarlegu, og tað eru vit ómetaliga stólt um, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. Vit eru eisini spent um, hvørja ávirkan hetta fer at fáa á Páls Høll og á Vág, tí Rūta Meilutytė hevur sum verða man sera stóran áhugað í svimjiheiminum, umframt at hon hevur 1.000-tals fylgjarar á sosialu miðlunum.