Forskúlabólkurin í hølir í Vágs skúla

Hervið kunning um skipan av hølisviðurskiftum til forskúlabólkin árgang 2017/2018. 

Forskúlabólkurin hevur seinastu árini hildið til í Eikilund. Men av tí at hesin árgangurin í ár er so stórur, so hevur verið neyðugt at arbeiða við aðrari loysn, tí tey 26 børnini høvdu kravt 2 stovur í Eikilund. Vanliga hevur ein stova verið brúkt til forskúlabólkin.

Síðan í heyst hevur verið umrøða av málinum og arbeitt við ætlanini um at brúka høli, sum eru tøk í Vágs skúla. Í januar var so fyrsti fundur millum skúlaleiðsluna og leiðsluna í Eikilund um hetta. Mentunarnevndin hevur eisini verið við í viðgerðini. Og í apríl/mai er so ítøkilig loysn skipað í samráð millum leiðslu og pedagogar í Eikilund og leiðsluna í Vágs skúla. Hendan loysn varð so løgd fyri foreldrini á kunnandi fundi 9. mai.

Loysnin førir við sær, at:

  • forskúlabólkurin fær 2 heilar stovur og eina minni stovu í Vágs skúla. Talan er um tríggjar tær uttastu stovurnar á niðara gangi í nýggja skúla. Á ganginum eru 5-6 wc. Eitt lítil køkur, líkur tí í stovunum í Eikilund, verður sett upp í tveimum stovum.
  • forskúlabólkurin fær harumframt skiftirúmið í fimleikahøllini (sum ikki verður brúkt av øðrum) til garderopu og vátrúm.
  • harumframt fær forskúlabólkurin atgongd til fimleikahøllina allar dagar. Fimleikahøllin verður brúkt 6-8 tímar um vikuna av Vágs skúla.
  • nýtt spælipláss við Vágs Skúla verður sett upp áðrenn summarfrítíðina
  • forskúlabólkurin fær eisini atgongd til allar serstovur: køk, smíð og handverksrúmið (har tey kunnu bæði hava smíð, leir, og máling)

Á sama gangi, niðara gangi í nýggja skúla, eru eisini 1., 2. og 3. flokkur. Skúladagurin hjá teimum endar kl. 12.30 og hava tey fram til kl. 12.30 tvey fríkorter og morgunsang. So 3 ferðir hvønn morgun fara børnini at ganga út og inn eftir ganginum, framvið stovunum hjá forskúlabólkinum.

Viðvíkjandi ferðsluviðurskiftunum kring Vágs skúla, so kemur Landsverk í komandi viku á fund í samband við ferðslutrygdarætanina, sum Vágs kommuna, Landsverk og løgreglan byrjaðu í felag í fjør. Høvuðsevni á fundinum er viðgerð av loysnum við Vágs skúla, so at tað verður tryggari at seta børn av við Vágs skúla um morgunin (tá størstu avbjóðingarnar eru). 

Nýggja spæliplássið verður, tá tað er liðugt sett upp, eisini girt inni, eins og restin av skúlalagnum er.

Tey 26 børnini í forskúlabólkinum hava tilknýtt 8 námsfrøðingar og hjálparfólk, sum eru undir leiðslu av leiðaranum á Eikilund. 5-8 børn møta vanliga áðrenn kl. 8, meðan hini møta frá kl. 8 til kl. 9.30. 

Bæði leiðslan í Eikilund, námsfrøðingar og Vágs skúli meta hetta verða eina góða loysn fyri forskúlabólkin.