Gera nú Geilina klára til asfaltering

Í fjør varð farið undir at nýgera vegin í vestaru Geilini, og nú verður gjørt klárt til asfaltering.

Í fjør varð vegurin breiðkaður og nýggj rør til regnvatn og spillvatn vóru løgd, samstundis sum at gjørt varð klárt at leggja fipur-kaðal til húsarhaldini í Geilini.

Nú eru arbeiðsmenn hjá Vágs kommunu farnir undir at stoypa garð framvið vegnum, soleiðis at klárt verður at asfaltera í juni.

Komið er væl áleiðis við stoypingini og um einari tvær vikur verður væntandi liðugt at stoypa garðin framvið vegnum í vestari Geilini.