Nýggja spæliplássið verður sett upp

Nýggja spæliplássið hjá Vágs Skúla verður nú sett upp.

Tað hevur longi verið eitt ynski um at fáa eitt spælipláss til Vágs Skúla, soleiðis at skúlagarðurin bjóðaði inn til annað enn bóltspæl, fanga og onnur spæl á graslíkisvøllinum og í túninum hjá skúlanum. Ikki minst hevur verið hugsað um yngru árgangirnar, tá ætlan um nýtt spælipláss til Vágs Skúla hevur verið á skránni.

Í fjør varð so farið undir at gera klárt til spæliplássið. Spæliplássið kom til Vágs fyri fyrr í vár og nú verður farið at seta spæliplássið upp. Á spæliplássinum verður eisini bleyt fall-undirlag, sum skal leggjast út, tá ávísur hiti er í luftini, og er tað ein av orsøkunum til at spæliplássið ikki verður sett upp fyrr enn nú komið er út í mai mánað.