NAVNAKAPPING: Marghøllin skal hava navn

Vágs Ítróttarráð skipar fyri navnakapping nú stór marghøll til fótbólt, frælsan ítrótt og annan ítrótt verður bygd inni á Oyrunum í Vági.

Ynskiligt er, at navnið skal verða lætt at siga og ikki ov langt.

Vinarligast sendið navnauppskotið saman við frágreiðing um, hví tykum halda tygara uppskot um navn er hóskiligt til Vágs Ítróttarráð.

Uppskotið skal sendast innan fríggjadagin 12. mai 2017 kl. 12.00 til olgar@teknistovan3d.com

Virðisløn á 5.000 kr. verður latin fyri besta hugskotið.

Uppskotini, sum koma inn, verða løgd fyri nevndina í Vágs Ítróttarráð, sum í samband við viðgerðina tó ikki verður kunnað um, hvør er avsendari av tí einstaka uppskotinum um navn.

Vágs Ítróttarráð tilskilar sær rætt til ikki at taka av nøkrum av teimum uppskotum, sum koma inn.

Freistin er sum kunnugt fríggjadagin 12. mai 2017 kl. 12.00

Vágs Ítróttarráð