Maersk Launcher og Lancer á Vági

Seinnapartin fríggjadagin 31. mars kom eisini Maersk Lancer á Vág, har systurskipið Maersk Launcher hevur síðan 24. mars.

Maersk Lancer og Maersk Launcher skulu liggja á Vági til miðjan apríl, tá leiðini gongur vesturyvir ímóti Kanada, har skipini skulu verða supply skip í samband við oljuboring.