Maersk Lancer eisini á Vág

Í farnu viku kom Maersk Launcher á Vág og leygardagin kemur systurskipið Maersk Lancer eisini á Vág.

Maersk Lancer fór tíðliga í morgun úr Montrose, sum er nakað sunnanfyri Aberdeen, og er kósin sett á Vág.

Maersk Lancer og Maersk Launcher koma at liggja á Vági til miðjan apríl, tá leiðini gongur vesturyvir ímóti Kanada, har skipini skulu verða supply skip í samband við oljuboring.

Maersk Lancer og Maersk Launcher er bæði skip, sum veita sertænastur til oljuboruplattar, bæði sum ankar-haldarar, tóvarar og ymiskt annað innan supply.
Skipini eru bæði er 90,3 m long og 23,0 m. berið, og hava koyggjur til 66 fólk.

Faroe Ship er agentur fyri bæði Maersk Lancer og Maersk Launcher.

Eins og umborð á Maersk Launcher, so eru yvirmenninar við Maersk Lancer føroyingar.

 

Myndin er av Maersk Lancer við bryggju í Teesside í Onglandi.