Maersk Launcher á Vági

Maersk Launcher, sum er ein sokallaður ankar-handlari, kom í morgun á Vág, har skipið skal liggja í umleið 1 mánað, áðrenn kósin verður sett móti Kanada, har skipið skal verða partur av oljuboring í vár og summar.

Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um, at alsamt fleiri skip innan oljuvinnuna leggja leiðina á Vág. Tað hevur stóran týdning fyri Vágs Havn, at nú eisini Maersk Supply Service leggur leiðina inn á Vág, og á tann hátt læra bæði Vágs Havn og tær tænastur, ið verða veittar við Vágs Havn at kenna.

Vit hava seinastu árini brúkt nógva orku uppá at byggja upp netverk, soleiðis at Vágs Havn eisini verður boðin fram, tá veitarar av ymiskum slagi vísa til føroyskar havnir og havnir í Norðuratlantshavi. -Og nú nógv bendir á, at oljuvirksemi Hetlands-megin føroyska markið aftur er í vøkstri, so hevur Vágs Havn, sum næsta havn til oljufeltini, sera góðar møguleikar, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Tað er Faroe Ship, sum er agentur hjá Maersk Launcher.

 

Maersk Launcher
Maersk Launcher er eitt skip, sum veitur sertænastur til oljuboruplattar, bæði sum ankar-haldari, tóvari og ymiskt annað innan supply.
Maersk Launcher er 90,3 m langur og 23,0 m. breiður, og hevur koyggjur til 66 fólk.

Yvirmenninir umborð á Maersk Launcher eru føroyingar.

Fleiri myndir eru á www.portofvagur.fo