Halda áfram at dagføra Heilsumiðstøðina

Sum liður í miðvísa arbeiðinum at dagføra Heilsumiðstøðina í Vági, er vestara síða og ein partur av norðaru síðu nú skift.

Seinastu árini hava tað afturvendandi verið avbjóðingar við inniluftini í Heilsumiðstøðini í Vági. Hóast takið varð skift og ventilatiónin dagførd fyri tveimum árum síðani, so bøtti hetta ikki munandi um inniluftina.

Síðan í fjør-heyst hevur verið arbeitt miðvíst við at dagføra Heilsumiðstøðina fyri at bøta um inniluftina, eftir tilmæli frá serkunnleika. Í hesum sambandi eru ventilar settir í útveggir, rúm eru nýgjørd inni í Heilsumiðstøðini. -Og nú er eisini vestara síða og partar av norðaru síðu skiftir, sum liður í dagføringum á Heilsumiðstøðini, sum skulu bøta um inniluftina.

Næstu vikurnar verður hildið áfram at dagføra og nýgera rúm inni í Heilsumiðstøðini. Og fyrireikingarnar við at seta upp nýggja ventilatión eru komnar væl áleiðis, og verður nýggja ventilatiónin sett upp so skjótt, sum fyrireikingar arbeiðið er liðugt.

Tað eru Vágs, Sumbiar, Porkeris og Hovs kommuna, sum í felag eiga Heilsumiðstøðina í Vági.