Fjalsgøta stongd vegna viðlíkahaldsarbeiði

Fjalsgøta, frá húsunum hjá Hans Paula Dahl og vestureftir, er stongd í dagtímunum komandi dagarnir vegna viðlíkahaldsarbeiði.

Vegurin er opin sum vant eftir kl. 16.