Ferðslutrygdarætlanin á breddanum

Mánadagin 27.02, kl. 13.00 verður kunnandi fundur á Fjarlestrardepilinum fyri øll vinnurekandi í Vági um ferðslutrygdarætlanini, sum ætlanin er at fremja í Vági.

Luttakarar verða frá Ferðslunevndini hjá Vágs Kommunu, Landsverk og Løgregluni.

Vágs Kommuna hevur saman við Landsverki sett skjøtul á ferðslutrygdarætlan fyri Vágs kommunu fyri 1½ ári síðani.

Millum annað hava skúlabørn og foreldur fingið spurnabløð frá Vágs Kommunu við spurningum um, hvar tey meta serligar vandastøður verða á leiðini, og um hvørjir møguleikar tey síggja eru at fremja ábøtur, fyri at fyribyrgja og betra um ferðsluumstøðurnar fyri fólk til gongu, á súklu, í bili os.fr. Eisini hava starvsfólk frá Landsverk verði á vitjan í Kommununi og gjøgnumgingið veganeti frá Marknoyrarvegi, á norðara armi á fjørðinum, og til Líðarveg, á sunnara armi á fjørðinum.

Viðgerðin av spurnarðarbløðinum og viðgerðin hjá Landsverk av vegateininum er nú nærum liðug. Og tí er nú avtala gjørd við Landsverk, um at hava ein fund í Vági mánadagin 27.02, har ynski er at hoyra vinnuligu brúkararnar og ungdómar av veganetinum í Vágs Kommunu.

Seinni í ár – í mai/juni – er ætlanin at skipa fyri einum borgarafundi, har kunnað verður um ætlanina.