Sóknast eftir húsum til leigu

Seinastu mánaðirnar eru tað alsamt fleiri, sum venda sær til bæði Vágs kommunu og til Visit Suðuroy skrivstovuna í Vági og spyrja eftir húsum at leiga. Bæði langtíðar-leigumál og til ferðavinnuna.

Eigur tú hús í Vági ella her á leiðini, sum tú hevur áhugað í at leiga út, so er at venda sær til Visit Suðuroy skrivstovuna í Vági á tlf. 239390 ella umvegis teldupost info@vagur.fo.