Varðveita býlingsnøvn í Vágs kommunu

Síðan gøtunøvnin komu í Vágs kommunu, hevur tað verið eitt breitt ynski frá borgarum í kommunum um at varðveita gomlu býlingsnøvnini, ikki minst orsaka av óttanum um, at gomlu býlingsnøvnini orsaka av nýggju gøtunøvnunum fóru at “blíva burtur” sum frá leið.

Nú hevur Vágs kommuna so gjørt av, at fara undir at navngeva teir mest kendu gamlu býlingarnir í Vági, sum síðani verða skeltaðir, soleiðis at býlingsnøvnini verða varðveitt.

Gomlu býlingsnøvnini eru ein týðandi partur av bygdasøguni, tí hava vit eisini gjørt av at fáa skelta býlingarnar við navni, soleiðis at býlingsnøvnini verða varðveitt sum ein livandi partur av býarmyndini í Vágs kommunu, sigur Danjal Bjarkhamar, formaður í Teknisku nevnd.

Nú verður saman við staðkendum í Vági farið undir at tilevna uppskot, um hvørjir býlingar skulu skeltast í hesum umfarinum. Og er ætlanin, at tað skal verða klárt at seta upp skelti í summar, sigur Danjal Bjarkhamar.