Søguligur dagur á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy

Ítróttaháskúlin næmingar 08-2016

Dennis Holm, borgarstjóri og formaður í stýrinum fyri Háskúlan í Suðuroy, flutti fram røðu, í samband við 1. skúladag á Ítróttaháskúlin í Suðuroy.

Góðu næmingar, foreldur og starvsfólk,

Hetta er ein søguligur dagur. Ein dagur, har tykur og okur fara undir at skriva eitt nýtt kapittil í føroyskari søgu, eitt nýtt kapittil í føroyskari skúlasøgu.

Dag og dagliga leggja tykur afturat tykkara persónligu søgu, við nýggjum upplivingum og nýggjum hendingum, sum fyri tykkum persónliga hava týdning. Men tað er ikki hvønn dag, at tað verður lagt afturat og farið verður undir nýggjar kapitlar í føroysku søguni.

Tað eru oftast serliga hendingarnar, sum gerast partur av Føroya søgu.

Til dømis skrivaði Pál Joensen seg í farnu viku enn einaferð í søgubøkurnar, tá hann gjørdist fyrsti føroyingur, sum hevur kappast á tveimum Olympiskum Leikum. Ove Joensen er í søgubókunum eftir bragdi hann gjørdi fyri 30 árum síðani, tá hann einsamallur róði úr Føroyum til Danmarkar í føroyskum árabáti. Arni Vatnhamar skrivaði í mai í 2014 søgu, tá hann gjørdist fyrsti føroyingur á hægsta tindi í heiminum, Mount Everest.

– Og nú eiga tykur tørn. Tykur skriva tykkum í føroysku søgubøkurnar sum tey allar allar fyrstu, sum fara á Ítróttaháskúla í Suðuroy.

Hvør veit, kanska fara tey, sum eftir okkum koma, um eini 80 til 100 ár at lesa um tykkum næmingar, starvsfólk og sjálvan Ítróttaháskúlan, á sama hátt, sum okur í nógv nógv ár hava lisið um Rasmus á Háskúlanum og Símun av Skarði, sum gingu undan og stovnaðu Føroya Fólkaháskúla í 1899.

Hetta er ein søguligur dagur fyri tykkum – og ein stórur dagur fyri Vág.

Eg eri fegin um og stóltur av at hava verið partur av hesari verkætlan frá fyrsta degi. Einari verkætlan, sum byrjaði sum ein tanki, sum varð festur á blað fyri góðum 3 árum síðani. – Sum okur síðani í góðum felagsskapi, við sera góðum stuðli frá Mentamálaráðnum, hava lyft, formað og ført á mál, soleiðis at Ítróttaháskúlin í Suðuroy í dag kann hava fyrsta skúladag.

Eg eri eisini ómetaliga fegin um, at dugnaliga starvsfólk hava leitað sær til Ítróttaháskúlan. Serliga glaður eri eg fyri at Guðmundur Joensen hendan dagin í mars í ár sendi inn umsókn um leiðarastarvið. Ongin man ivast í, at okur hava fingið ein sera dugnaligan leiðara, sum hevur áræðið og dirvið til at leiða Ítróttaháskúlan á eina sera spennandi leið.

Guðmundur fer saman við starvsfólkunum at ríka tykkum við upplivingum, sum tykur neyvan høvdu ímynda tykkum at gerast partur av fyri bara einum ári síðani.

Eg eri vísur í, at upplivingarnar á Ítróttaháskúlanum komandi vikurnar, fram til 3. desember, fara at rista seg fast í tykkara minni. Tíðarskeiðið á Ítróttaháskúlanum fer at menna tykkum persónliga. Tykur fara at læra tykkum sjálvi betur at kenna og ikki minst so fara tykur at læra nýggj fólk at kenna. Fyri fleiri av tykkum fer hetta uppihaldið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy at ávirka tey valini, sum tykur koma at gera í framtíðini.

Í Vági gleðast okur um, at tykur fara at gerast partur av gerandisdegnum, gleðast um at tykur fara at gerast ein lívsgevandi mynd í rørslu í landslagnum her á leiðini.

Eg vóni at tykur fara at fáa nakrar góðar mánaðir saman á hesum søguliga fyrsta skeiðinum á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. – Og ynski tykkum næmingum, starvsfólkunum og leiðslunum á Ítróttaháskúlanum ríkar upplivingar og bestu eydnu á leiðini.

 

Takk fyri !