Farnir undir pullartarnir til Norrønu

Pullartar-01-2013 (1)

Á keiini í Vági eru arbeiðsmenn hjá Articon farnir undir at gera pullartarnir, sum Norrøna skal brúka, nú hon skal loysa Smyril av á Suðuroyarleiðini, meðan Smyril er í dokk.

Talan er um tveir pullartar, ein í landnyrðing av flakavirkinum og ein við vestara enda á suður síðuni á flakavirkinum.

Norrøna fer at sigla á Vág í seinnu helvt av februar. Smyril verður ætlandi í dokk í eini 3-4 vikur. Og hetta tíðarskeiðið skal Norrøna røkja Suðuroyarleiðina, og verður tá siglt millum Havnina og Vág.