Seismikk- og hjálparskip á Vági

Polar Empress Sanco Sky

20. oktober 2015 komu seismikkskipið Polar Empress og hjálpar-/rannsóknarskipið Sanco Sky á Vági. Skipini skulu fyribils liggja á Vági í eina tíð.

Polar Empress er 112 m. langt og 21 m. breitt. Skipið er úr Norra og varð latið eigarunum fyrr í ár. Polar Empress er seismikkskip og hevur herfyri skotið seismikk í Barentshavinum.

Sanco Sky er hjálparskip hjá Polar Empress. Sanco Sky er 73 m. langt og 13 m. breitt og er heimahoyrandi í Gibraltar.

Lesið eisini meiri á heimasíðuni hjá Vágs Havn:  portofvagur.fo