Billardhúsið letur upp aftur 2. sept.

Ungdómshúsið

Eftir langan summarsteðg, fer Billiardhúsið at lata upp aftur ónsdagin 2.sept. kl 14.30, og starvsfólkini gleða seg at síggja øll børnini og tey ungu aftur, ið hava havt sína dagligu gongd har seinasta árið. Ikki minst gleða teg seg til at síggja øll tey, ið fara at koma í húsið fyri fyrstu ferð, bæði seinnapartar og kvøld!

Opið verður soleiðis:

Børn 3.flokkur til og við 6.flokk:
Týsdagar kl 14.30 – 17
Ónsdagar kl 14.30-17
Tórsdagar kl 14.30-17

Tey eldru, also tey frá 7.flokki til 18 ár:
Týskvøld kl 18-22
Ónskvøld kl 18-22
Tórskvøld kl 18-22 í líka viku
Fríggjakvøld kl 21-24 í ólíka viku.

Meira fæst at vita um við at ringja til Alice á tlf 239310 ella í Billiardhúsið á tlf 239323. Til ber eisini at tekna seg til FB-bólkin Billiardhúsið- virkishús fyri børn og ung.