Ferðamannaskipið Hanseatic á Vág fríggjadagin

Hanseatic-2015

Fríggjadagin kemur ferðamannaskipið Hanseatic á Vág.


Hanseatic er eitt av  mongu ferðamannaskipunum, sum leggur leiðina framvið Føroyum á ferð í Norður Atlantshavi. Og nú kemur skipið fyri fyrstu ferð á Vág.

Hanseatic byrjaði hesa ferðina í Hamburg og hevur á leiðini m.a. lagt inn í Staffa á vesturstrond Skotlands, og gongur leiðin nú til Suðuroyar, á Vág, har Hanseatic kemur í morgin, fríggjadagin 27. juni.

Hanseatic er eitt luxus ferðamannaskip, sum er bygt í Finnlandi í 1991. Við á ferðini eru 184 ferðafólk.