Upptøkureglurnar og gjøld á barnaansingarøkinum dagførd

2013-05-15 Barnagardurin_3

Frá 1. januar 2015 koma nýggjar upptøkureglur í gildi fyri barnaansingina í Vágs kommunu. Samstundis verða eisini gjørdar nakrar smærri dagføringar í smb. við gjaldið fyri barnaansing.

Frá 1. januar 2015 verður farið aftur til skipanina við at foreldur rinda 11 mánaðargjøld í barnaansing, í mun til 12 gjøld, sum galdandi er í dag. Hetta merkir, at goldið verður fyri barnaansing í 11 mánaðir, onki gjald verður goldið í juli mánað. Fyri frítíðarskúlan verður goldið í 10 mánaðir, onki gjald verður goldið í juli og august mánað.

 

Gjøldini verða frá 1. januar 2015 hesi:
• Dagrøkt fulla tíð 1.650,- kr. í 11 mánaðir, juli fríur
• Dagrøkt hálva tíð 850,- kr. í 11 mánaðir, juli fríur
• Barnagarður fulla tíð 1.900,- kr. í 11 mánaðir, juli fríur
• Barnagarður hálva tíð 1.000,- kr. í 11 mánaðir, juli fríur
• Vøggustova fulla tíð 1.900,- kr. í 11 mánaðir, juli fríur
• Vøggustova hálva tíð 1.000,- kr. í 11 mánaðir, juli fríur
• Frítíðarskúli 1.100,- kr. í 10 mánaðir, juli og august fríur

 

Heitan mat í Eikilund 1 ferð um vikuna
Tikið er sera væl ímóti royndarskipanin við heitum mati í dagstovninum Eikilund hvønn tórsdag, og verður skipanin nú gjørd til eina varandi skipan. Hetta merkir eisini, at ein lítil hækking verður í gjaldinum í dagstovninum Eikilund, har mánaðargjaldið hækka við umleið 45 kr. um mánaðin.

 

Sambært upptøkureglunum sum koma í gildið 1. januar 2015 er ásett, at Vágs kommuna kunngerð á hvørjum árið fyrst í desember gjøldini á barnaansingarøkinum fyri komandi ár.