Samstarvsavtala um betri heilsutænastur til borgarar í Suðuroyar Læknadømi

Suduroy-eitt-laknadomi-11-2014

Í dag skrivaðu borgarstjórarnir í Suðuroynni og landsstýrismaðurin í Heilsumálum undir samstarvsavtalu um betri heilsutænastur til borgarar í Suðuroyar Læknadømi.

Samstarvsavtala

 

 

millum

 

 

landsstýrismannin í heilsumálum, kommunustýrini í Fámjins kommunu,

Hovs kommunu, Hvalbiar kommunu, Porkeris kommunu,

Sumbiar kommunu, Tvøroyar kommunu og Vágs kommunu

 

 

um

 

 

betri heilsutænastur til borgarar í Suðuroyar Læknadømi

 

 

 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum og kommunustýrini í ávikavist Fámjins kommunu, Hovs kommunu, Hvalbiar kommunu, Porkeris kommunu, Sumbiar kommunu, Tvøroyar kommunu og Vágs kommunu eru samd um at gera eina samstarvsavtalu, sum hevur til endamáls at skapa møguleikar fyri at kunna veita fleiri og støðugt betri heilsutænastur til borgarar í nýstovnaða Suðuroyar Læknadømi.

 

Kommunustýrini í kommununum í Suðuroynni og landsstýrismaðurin í heilsumálum staðfesta, at støðan viðvíkjandi kommunulæknamanning í oynni er sera viðbrekin, og vandið er fyri, at skipanin við kommunulæknum í føstum starvi kann fara fyri bakka, um munadygg tiltøk ikki verða sett í verk beinanvegin.

 

Kommunustýrini og landsstýrismaðurin eru samd um, at fyri at kunna veita dygdargóðar heilsutænastur á einum støðugt hækkandi heilsufakligum støði, er skilabest at fara undir at skipa og samskipa økið samsvarandi tilmælunum í Heilsunýskipanini.

 

Heilsunýskipanin

Í Heilsunýskipanini verður staðfest, at við at samantvinna teir ymsu partarnar í heilsuverkinum kann fáast eitt heilsuverk, har tænastan til borgaran verður styrkt, samstundis sum avmarkaða starvsfólka- og fíggjarliga tilfeingið í heilsuverkinum kann verða gagnnýtt skilabetri enn í dag. Hetta verður gjørt við at broyta uppgávubýtið millum teir ymsu partarnar í heilsuverkinum, so viðgerðartilboð í størri mun verða flutt av sjúkrahúsunum til heilsuverkið uttanfyri sjúkrahúsverkið, so heilsutænasturnar verða nærri borgarunum. Hesin parturin av heilsuverkinum skal so uppraðfestast munandi til tess at klára at røkja nýggju uppgávurnar. Fortreytin fyri, at hetta kann fremjast í verki, er, at landið verður skipað í færri og størri eindir við hvør sínum heilsudepli.

Suðuroyar Læknadømi – nýtt læknadømi

Kommunustýrini í Suðuroynni og landsstýrismaðurin ásanna, at tað er ein drúgv tilgongd at fara frá verandi skipan til at skipa heilsuøkið samsvarandi Heilsunýskipanini. Semja er tó um at fara undir hesa tilgongd og støðugt at arbeiða við henni til tess at kunna røkka endamálinum.

 

Fyrsta stigið í tilgongdini at tryggja støðugt betri heilsutænastur er at skipa kommunurnar í Suðuroynni í eitt heilsuøki við heilsudepli. At økið verður skipað sum eitt heilsuøki, fer somuleiðis at hava við sær, at samsvarandi broytingar verða framdar í viðkomandi læknadømum. Tað er ein fortreyt fyri at kunna fáa fult gagn av ætlaða samstarvinum millum heilsustarvsfólk í økinum, at galdandi býti í læknadømir verður broytt.

 

Kommunustýrini í Suðuroynni og landsstýrismaðurin eru samd um, at Suðuroyar Norðara Læknadømi og Suðuroyar Sunnara Læknadømi verða strikað, og í staðin verður skipað eitt nýtt læknadømi, sum fær navnið Suðuroyar Læknadømi.

 

Borgarar, sum hoyra til Suðuroyar Læknadømi, gera sjálvir av, um teir velja at halda fram hjá tí kommunulæknanum, sum teir longu hava; ella um teir ynskja at velja ein av hinum kommunulæknunum í nýggja læknadøminum.

 

Ein heilsudepil staðsettur í tveimum støðum

Kommunustýrini í Suðuroynni og landsstýrismaðurin eru samd um, at skipaður verður ein heilsudepil í Suðuroynni, og at hesin verður staðsettur á tveimum støðum, t.v.s. á Tvøroyri og í Vági. Hetta merkir, at heilsustarvsfólkini, sum starvast í heilsudeplinum, kunnu starvast í bæði viðtaluhølunum á Tvøroyri og í Vági.

 

Endamálið við at skipa heilsudeplar er, at allar tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttanfyri sjúkrahúsini, fara fram á heilsudeplunum. Á heilsudeplunum fer dentur at verða lagdur á at veita og menna heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kanningar og ráðgeving til borgaran. Ætlanin er, at stórur partur av heilsuveitingunum til borgarar við varandi sjúkum og eldri við tíðini skal kunna fara fram í heilsudeplunum. Til tess at kunna røkja hesar uppgávur fara tað á heilsudeplunum at starvast viðkomandi heilsustarvsfólk, t.d. kommunulæknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kostfrøðingar, farmaseutar, sálarfrøðingar, ergoterapeutar, fysioterapeutar og ljósmøður.

 

Næstu stigini

Tá ið samstarvsavtalan er undirskrivað partanna millum, verður farið undir næsta stigið, sum snýr seg um tilboðini um heilsutænastur, harundir hvussu hesi kunnu betrast og skipast ávikavist einsæris og sum ein samantvinnaður partur av restini av heilsuverkinum. Hetta arbeiðið verður gjørt í samstarvi við viðkomandi partar.

 

Skipanin fevnir um tær heilsutænastur, sum verða veittar í kommunulæknaviðtalum gerandisdagar. Skipanin fevnir ikki um virksemið, sum fer fram í Læknavaktini.

 

Endurskoðan

Landsstýrismaðurin í heilsumálum og kommunustýrini í Suðuroynni eru samd um, at skipanin, sum snýr seg um at betra heilsutænasturnar til borgarar í Suðuroyar Læknadømi, kemur í gildi 1. desember 2014. Skipanin verður endurskoðað aftaná 2 ár.

Vágur, 27. november 2014

 

 

 

 

 

Karsten Hansen                      Eyðdis Ellendersen                          Delmar Tausen

landsstýrismaður                         borgarstjóri                                    borgarstjóri

 

 

 

 

Trúgvi Gudmundsson            Mikkjal Sørensen                             Eyðbjørn Thomsen

borgarstjóri                           borgarstjóri                                    borgarstjóri

 

 

 

 

Dennis Holm                          Kristin Michelsen

borgarstjóri                                  borgarstjóri

 

 

Myndir: Bjartur V. Joensen