Almenn móttøka á Verkstaðnum inni á Bakka

Vardi Verkstaðurin á Bakka 2014

Í sambandi við at Verkstaðið inni á Bakka er blivi 25 ár, verður almenn móttøka mánadagin 3. novembur frá kl. 15.00 til 18.00.

Á Verkstaðnum inni á Bakka eru ymiskar deildir; ítrivsdeild, timburdeild, málistova og fimleikarhøll. Eisini er ein stór terrassa, sum brúkarir og starvsfólk hava stóra gleði av tá veðrið er gott. Ein lítil sølubúð hoyrir til verkstaðið og hon er opin tá verkstaðið er opið.

Í løtuni eru 15 brúkarir á verkstaðnum.

Brúkarabólkurin er sera blandaður hvat viðvíkur førleika. Hetta kemur av, at verkstaðið er einasta tilboð av slíkum slag í Suðuroynni. Her arbeiða fólk við menningartarni, sálarliga sjúk og fólk ið bera likamlig brek. Brúkarirnir eru millum 18 og 67 ár.