Keypt saltspreiðara

2013-12 Saltspreidari

Vágs kommuna hevur nú keypt saltspreiðara.

Vágs kommuna hevur nú keypt saltspreiðara, og verður saltað  á vegunum í Vági, tá frost er, soleiðis at tað vónandi verður lagaligari hjá bilførarum at koma til og frá húsum, til arbeiðis, til handil og so framvegis.

Tórður Poulsen, formaður í Teknisku nevnd sigur, at hetta er ætlað sum ein góð tænasta til borgarar í kommununi, soleiðis at tað sum heild verður gott og so trygt sum tilber at koyra tá frost er.

Saltspreiðarin hevur fyri fyrstu ferð runt á vegnum í Vági í gjárkvøldið og í morgun.