Útisetadagur í Vági sunnudagin

Vágur morgun í apríl 2013 - Dennis Holm

Í morgin, sunnudagin 29. des. kl. 15 er útisetadagur í Vági. Tiltakið verður í Fjarlestrardeplinum á Vágsvegi 22.

Undir heitinum Vágs kommuna tekur ímóti vágbingum í útlegd verður skipað fyri Útisetadegi í Vági í morgun sunnudagin 22. desember.
Endamálið við tiltakinum er, at fáa vágbingar í útlegd at seta orð á, hvussu tey uppliva Vág og Vágs kommunu í 2013?

Hvørja Vágs kommunu droyma tey at flyta aftur til?

Hvussu kann Vágs kommuna og fólkið, sum her býr, gera Vágs kommunu meiri áhugaverda at flyta aftur til?

Gløgt er gestsins eyga, hvørji viðurskifti kunnu vit broyta ella gera betri í Vágs kommunu við íblástri frá tí, sum tit í útlegd síggja í øðrum bygdum, býum og londum?

Tiltakið verður fyri vágbingum í útlegd og verður sunnudagin 22. des. frá kl. 15.00 til 16.30 og verður í Fjarlestrardeplinum á Vágsvegi 22.

Allir vágbingar í útlegd – og makar teirra – eru hjartaliga vælkomnir.