Móttøka fyri Pál Joensen

2013-12-23-Pal-Joensen (3)

Dennis Holm, borgarstjóri, flutti fram røðu, tá Vágs kommuna skipaði fyri móttøku fyri Pál Joensen.

Eg skal vegna Vágs kommunu bjóða tykkum hjartaliga vælkomin!

Hetta er ein tíð av árinum, sum er fylt við traditiónum. Jólatraditiónum fyri tað mesta, men hesi seinastu árini hevur onnur traditión eisini vunnið hevd í Vági – tí hetta er eisini tíðin, har okur ár um ár tey seinastu árini á móttøku hava heiðrað Pál Joensen.

Í ár er onki undantak.

Hjartaliga vælkomin heim Pál, Eyðbjørn og Guðrun, sum øll hava umboðað okkum til EM á stuttbana í 2013.

Pál, hjartaliga tillukku við silvur medaljunum báðum, teirri á 1.500 m. frí við EM í Herning og teirri á 800 m. frí við Duel in the Pool stevnuni í Glasgow.

Eina ferð enn hevur tú megnað at vunnið teg uppá ovastu tindar í svimjiheiminum. Hevur enn einaferð sett Vág og Føroyar á svimji- og ítróttarheimskortið.

Hetta eru okur øll ómetaliga stolt av !

Eg veit ikki um tú er klárur yvir hvussu stóran týdning tú og tíni avrik hava, bæði fyri føroysk ítróttarfólk, fyri vanliga føroyingin – og ikki minst fyri okkum her í Vági.

Tú hevur víst ungum og komandi ítróttarstjørnum í Føroyum, at tað ber til at røkka á ovastu tindar – at tað ber til at seta sær høg mál og í miðvísari gongu berja seg fram á mál.

Eg minnist væl fyrstu ferð eg sá unga Pál í sjónvarpinum, í samrøðu við Tórður Mikkelsen, eftir at Pál hevði vunnið 10 gull-medaljur í teimum 10 FM-kappingunum, hann kappaðist í við FM. Tórður spurdi í samrøðun Pál: hvat nú – hvat ætlar tú nú tú hevur vunnið alt til FM? – Pál svarar óimponeraður: Eg ætli mær at blíva heimsmeistari. Tórður var um at frísa útúr og flenna! Kanska fleiri frammanfyri sjónvarps-skermin hugsaðu sum Tórður.

– Men í dag hevði reaktiónin neyvan verið tann sama – og neyvan heldur tann sama yvirfyri øðrum ungum ítróttarfólki við sama dreymi, sum Pál hevði tá.

Tí tú Pál hevur slóðað fyri , hevur peikað út málið, hevur miðvíst gingið eftir málinum, hevur vunnið fleiri av stóru medaljunum á leiðini og hevur heilt stutt eftir á stóra málið, sum tú enn vil, ynskir og droymir um at røkka !

Fyri ung føroysk ítróttarfólk, sum hava ein dreym um kappast í fremstu røð á altjóða palli, hevur útmeldingin hjá unga Pál Joensen – og eftirfylgjandi náddu úrslitini – so sera stóran týdning. Tí tú hevur prógvað, at eisini úr hesum lítla oyggjalandi ber til at seta sær høg mál og berja seg upp millum heimselituna á ovastu ítróttarrók.

Fyri Vág hevur tú ómetaliga stóran týdning. Tú er okkara stjørna, okkara hetja, okkara fyrimynd. Ung sum gomul fylgja tær í kappingum, gleðast saman við tær tá tú sigrar – og eru kedd saman við tær, tá tað ikki gongur eftir vild.

Øll rútman í býnum er ávirkað tá tú er til stórar kappingar. Ongin ferðsla á høvuðsvegnum. Arbeiðspláss og stovnar steðga upp. Í eini 15 minuttir eru okur øll beint har saman við tær í hylinum. Heppa, rópa og jubla tá tú kemur á mál.

Leygardagurin 14. des. millum kl. 15.32 og 15.47 var ein av hesum døgunum.

Og tá so leiðin gekk vestur á Eiði í Vágs Høll hetta leygarkvøldið, har hálvt fjórða-hundrað fólk fyrst klappaðu fyri tær í 1 minutt og síðani róptu eitt trý-falt hurrá fyri tær – var tað ein sera rørandi løta. Men tú manglaði tó á pallinum, soleiðis at okur kundu heiðra tær har.

Í dag hava okur so møguleikan.

Og vil eg tí heita á tykkum um saman við mær at rópa eitt trý falt hurrá fyri Pál.

Pál leingi livi: hurrá, hurrá, hurrá.

Enn einaferð hjartaliga tillukku.

 

Dennis Holm, borgarstjóri