Nýtt grønt átak í Vágs kommunu

Skrivibord

Í morgin, tórsdagin 7. nov. verður grønt átak fyri kommunalu stovnarnar í Vágs kommunu.

Tá verður høvi hjá kommunalu stovnunum at fáa rudda út alt tað, ið teimum ikki longur tørva, og at seta hesir góðu lutir inn í Framtíðina til aðrar kommunalar stovnar at fáa sær.

Ofta standa góðir gamlir lutir bert og savna dust tí ongin brúkar teir meira, men hesir lutir kunnu tó verða sera hentir hjá øðrum at fáa hendur á, tí verður hetta átakið skipað, sigur Sirið Stenberg frá Grøna Bólkinum hjá Vágs kommunu.

Ætlanin er at lutirnar kunnu setast inn í Framtíðina gjøgnum dagin, gjarna fyrrapartin. Framtíðin er er opin til kl. 18 og í hesum tíðarskeiði kunnu aðrir kommunalir stovnar fáa sær tað, tey kunnu brúka.

Dømi um lutir kunnu vera telduútgerð, borð, stólar, hillar, leikur, amboð, búnýti o.s.fr. Lutirnar skulu vera í brúkiligum standi.

Í Grøna Bólki eru vit spent uppá hvussu hetta roynist. Um góðir lutir loypa av, fara vit at geva almenninginum høvi at fáa hesar lutir. Nærri verður lyst við hesum á heimasíðuni hjá kommununi.

Vónandi taka fólk væl móti átakinum og í grøna bólki taka vit fegin móti góðum grønum hugskotum frá fólki.

 

Grøni Bólkur

Í bólkinum eru 5 limir:  

Sirið Stenberg

Eydis Kjærbo

Beinta Leo

Olgar Mortensen

Tórhallur Áslaksson

 

Tilvildarligari mynd