Skipa Lektiu-kafe í Vági

Lektie-Kafé

Eftir heystfrítíðin byrjar Lektiu-kafein í Vági.

Við skúlaársbyrjan byrjaði nýggja ítróttarbreytin í 8. og 9. flokki í Vágs skúla, ein liður í at geva so góð tilboð til næmingar í Vágs skúla sum tilber. Eftir heystfrítíðina verður eitt nýtt tilboð afturat bjóðað næmingum (og foreldrum) í Vágs skúla.

Frá týsdegnum 22. oktober skipar Vágs kommuna í samstarvi við Vágs skúla eina lektiu-kafe, sum er ætlað næmingum í Vágs skúla frá 1. – 10. flokk.

Vit fara at avmarka lektiu hjálpina á tann hátt, at vit bert veita hjálp til lærugreinirnar føroyskt, danskt, enskt og støddfrøði, sigur Elin Tausen, samskipari hjá Vágs kommunu.

Lektiu-kafe’in heldur til í húsinum hjá Fjarlestrardeplinum á Vágsvegi 22.

Lektiu-kafe´in verður opin týsdag og tórsdag frá kl. 13 til 15 (við møguleika fyri tillaging og víðkan, um tørvur er á tí) og kunnu børn koma á Lektiu-kafe’ina at fáa hjálp til teirra skúlating.

Í hølunum eru allir undirvísingar hentleikar, og fara vit eisini at royna og hugna um, við at bjóða frukt og annað gott av og á, meðan skúlatingini skulu gerast, sigur Elin Tausen.

Í Lektiu-kafe´ini kemur Elin Tausen, sum hevur lærara útbúgving at verða og veita hjálp til næmingarnar, men eisini fara vit at royna at fáa lærarar sjálvbodnar at hjálpa til nakrar tímar um vikuna av og á.

Foreldur og børn, sum hava áhugað í at brúka tænastuna kunnu ringja á tlf. 733040 ella senda t-post til elin@vagur.fo.

Vónandi verður tikið væl ímóti Lekitu-kafe´in.