Upplatingartíðir hjá bingjuplássinum í smb. við slaktið

Slakt

Í næstum byrjar flettingin. Í hesum sambandi hevur bingjuplássið opið hvørt kvøld frá 1. okt. og allan mánaðin út.

Tó verður stongt sunnudag.

Burturkast frá slaktinum kann koyrast í bingjurnar á bingjuplássium yviri á Oyrunum, tó er tað eitt krav, at vembur, sum skulu koyrast burtur, verða tømdar heima, áðrenn fólk koma við teimum á bingjuplássið. Starvsfólk frá Vágs Kommunu verða á staðnum í upplatingartíðini.

Heitt verður á fólk um bert at koma við burturkasti í upplatingartíðini.

Nýggju upplatingartíðirnar frá 1. til 31. okt. hjá bingjuplássinum eru hesar:

Mánadag-fríggjadag kl. 19-21
Leygardag kl. 14 – 17 og 19 – 21

1. november verður vanliga upplatingartíðin sett í gildið aftur.