Broyting av byggisamtyktini fyri Vágs kommunu

Vágsfjørður 09-2013

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Vágs býráð á fundi 23. sept. 2013 hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri Vágs kommunu.

Broytingarnar umfata (kort eru niðast):

Broytingar í øki D1 Havna og Ídnaðarøki (kort 1 – niðast)

– millum Polarfrostkeiina og Djúphavnina

– millum Djúphavnina og gomlukei

 

Broytingar í øki í D2 Havna og Ídnaðarøki

– øki innanfyri/framvið  brimgarðinum, 30 m breitt

– øki framvið uppfyllingini á Oyruni, út á 10 m dýpi, frá brimgarðinum vestur til endan á verandi uppfylling vestanfyri smiðjubygningin hjá p/f Rock

– øki eystanfyri brimgarðin út á Núp, út á 15 m. dýpi. (kort 2 og kort 3 – niðast)

 

Broyting av áseting í byggisamtyktini, soleiðis at niðanfyri nevndu matriklar verða fevndir av serstakari byggisamtykt, til smáttur:

– matr. nr. 490d, 490e, 490g og 490l áleið 2336 fermetrar.

– ein part av matr. nr. 490a til p-pláss og pláss til pumpustøð í samband við Spillvatnsætlanina, áleið 275 fermetrar (kort 4 – niðast)

 

Broyting av áseting í G1 Ítróttarøki til G1 Ítróttar og frítíðarøki.

– G1 Ítróttar og Frítíðarøki millum Vágshøll og vatnið verður víðkað eystureftir til vegin framvið vatninum, áleið 2640 fermetrar (kort 5 – niðast)

 

Tillaging í teksti í byggisamtyktini fyri Vágs kommunu, soleiðis at skoytt verður uppí ásetingarnar í B1 – B 10:

 

Stk. 8.

–  Øll bygging, undantikin tvíhús, raðhús o.t. skal í minsta lagi vera 2,5 m frá grannamarki, mált frá ytsta útskoti, t.d. úthangi. Minsta fráleika frá kommunalum vegi ásetir kommunustýrið, meðan landsvegamynduleikin ásetir fráleikan frá landsvegi

–  Bilskúrar, hjallar, skúrar og smá úthús við ongum eldstaði, kunnu verða bygd nærri grannamarki, tó skal grannahoyring fara fram áðrenn loyvi kann gevast.

 

Broytingarnar í byggisamtyktini eru til skjals á býráðsskrivstovuni í Vági í upplatingartíðini í tíðarskeiðinum frá 27. sept. 2013 til 18. okt. 2013 og eru somuleiðis at síggja á www.vagur.fo.

 

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu verða Býráðnum í hendi í seinasta lagi  7. nov. 2013.

 

Vágur, 24. sept. 2013

Vágs Býráð

Kort yvir broytingarnar í byggisamtyktini (pdf-fíla) finnur tú her.