Taka niður gomlu oljutangarnir á keiini

Taka-nidur-oljutangar (4)

Gomlu oljutangarnir á keiini í Vági, sum Effo eigur, verða nú tiknir niður.

Fyrr í ár fór Vágs kommuna undir miðvísa tilgongd at fáa skipað viðurskiftini á Vágs Havn betur. Ein partur av hesum arbeiðinum fevnir um at fáa gjørt økið tøk, sum ikki verða brúkt longur. Í hesum sambandi varð tikið upp samráð við Effo um at fáa gomlu oljutangarnir tiknar niður. Hetta arbeiði er nú komið somikið áleiðis, at fyrsti oljutangin er tikin niður.

Poul Augustinussen, formaður í Havnanevndini hjá Vágs kommunu, sigur, at niðurtøkan av oljutangunum er ein liður í at fáa skipað viðurskiftini á Vágs Havn á best gjørligan hátt, soleiðis at tað plássið, sum er á havnalagnum, verður brúkt so optimalt sum til ber. Seinastu mánaðirnar hevur virksemi á og um Vágs Havn verið vaksandi, og royna vit at tryggja, at fyritøkur, sum virka á og umvegis Vágs Havn fáa bestu sømdir, sigur Poul Augustinussen.

Vágs kommuna hevur gjørt avtalu við Effo um at keypa økið, har oljutangarnir standa á, og verður økið yvirtikið, tá oljutangarnir eru tiknir niður.

Oljutangarnir, sum nú verða tiknir niður, vórðu settir upp fyrst í 1950unum.