Sea Adventurer vitjaði á Vági

Sea Adventurer (1)

Fríggjadagin 14. juni 2013 var ferðamannaskipið Sea Adventurer á Vági.

Hetta er fyrsta ferðamannaskipið, ið vitjar á Vági í ár. Dennis Holm, borgarstjóri, og Poul Augustinussen, formaður í Havnanevndini, bjóðaðu skipinum vælkomnum og heilsaðu uppá skiparan, sum er úr Stokkholmi í Svøríki.

 

Skiparin kendi til Vág

Áhugavert var, at skiparin kann sigast hava eitt ávíst tilknýtið til Vág, tí hann hevur í fleiri umførum verið skipari á Teaterskeppet. Eisini hevur hann sæð filmsbrot úr Vági frá 1960unum, frá filmi, sum verður vístur umborð á Teaterskeppet.

Teaterskeppet er upprunaliga trolarin Vágbingur, sum í 1982 var keyptur til Stokkholm og síðani í fleiri umførum  umbygdur. Skipið siglur við ferðafólki út frá Stokkholm, umframt at tað verður skipað fyri veitslum, fundum o.ø. umborð.

 

 

Ferðafólkini ein hendingaríkan dag

Tey 120 ferðafólkini fingu ein sera hendingaríkan dag í Vági. Ferðaleiðarar vístu ferðafólkunum runt í býnum, nøkur fóru útferð við bussi, meðan onnur fóru á vitjan á listasavninum Ruth Smith savninum og á sokallaða sluppsavninum, sum er savn yvir skip úr Vági, sum fórust undir Seinna Heimsbardaga.

Um kvøldið varð eitt sera spennandi Føroyakvøld á skránni í Framtíðini. Ferðafólkini vóru so væl nøgd við hetta tiltakið, at øll, sum fyriskipaðu tiltakinum, vórðu boðin umborð á skipið at heilsa uppá, áðrenn Sea Adventurer fór av Vági aftur um midnáttarleitið fríggjakvøldið.