Sea Adventurer á Vág

Sea Adventurer

Í morgin fríggjadagin 14. juni fær Vágur vitjan av ferðamannaskipinum Sea Adventurer.

Tað er skipið Sea Adventurer, sum leggur leiðina á Vág, sigur Heidi Kilgour av kunningarstovuni í Vági.
Tað eru Kunningarstovan í Vágí ogð Greengate Incoming, ið skipa fyri tiltøkunum á landi.

Við skipinum eru 120 ferðafólk og umleið 70 starvsfólk. Komin á Vág fer ein partur av ferðafólkunum útferð niðan á Beinisvørð, meðan onnur hava valt at fara søguligan túr í Vági. Eftir útferðirnar verða Ruth Smith savnið og Sluppsavnið vitjaði , umframt at leiðin gongur framvið í Vágs kirkja.

Um kvøldið er fyriskipað Føroyskt mentanarkvøld við føroyskum mati, føroyskum dansi, kórsangi og framløgu um uppruna føroyinga.

Sea Adventurerer fer av Vági aftur fríggjakvøldið.