Georg Stage á Vági

GeorgStage Vagur 2013 TS (7)

Danska skúlaskipið Georg Stage hevur seinastu dagarnir vitjað á Vági. Skipið kom á Vág týsdagin og fór av Vági aftur fyrrapartin tórsdagin.

Eftir døgurða týsdagin kom Georg Stage á Vág. Stór móttøka var á keiini, men tikið varð ímóti Georg Stage longu, tá hann kom á fjørðin, tá sluppin Johanna TG 326 og nakrir grindabátar í Vági tóku ímóti.

Vágs kommuna tók eisini væl ímóti vitjanini. Manningin varð boðin at brúka svimjihylin og hetta vóru tey glað um og brúktu tey svimjihylin bæði týsdagin og ónsdagin. Umborð sleppa tey bara í bað 3. hvønn dag – so ungu matrósarnir vóru glaðir um hendan møguleikan.

Fleiri myndir eru á Suðuroyarportalinum her. Myndina tók Torkil Strøm.