Brúkt klæðir opið í Framtíðini í dag

Barnakladir

Opið verður í Framtíðina í dag, ónsdagin 5. juni frá kl. 11 til kl. 13.

Øll eru vælkomin at fáa sær góð brúkt barnaklæðir ókeypis

Átakið hjá Grøna Bólki við brúktum barnaklæðum royndist framúr væl. Nógv fólk vóru bæði við klæðum, og eftir klæðum. Tí er avgjørt at hava opið aftur ónsdagin millum kl. 11 og kl. 13.

Til ber eisini at ringja á 272632 og gera avtalu um at fara í Framtíðina eftir klæðum restina av vikuni.