Nú fer Grøni Bólkur til verka – fyrsta átakið verður leygardagin

KladirLeygardagin 1. juni verður fyrsta átakið hjá Grøna Bólki hjá Vágs kommunu, tá skipað verður fyri endurnýtslu av barnaklæðum í Framtíðini í Vági.

Vágs kommuna ynskir við Grøna Bólki, at seta umhvørvisvernd, burðardygd og grøn átøk á skránna. Bólkurin fer millum annað at arbeiða við endurnýtslu av klæðum og lutum, við umhvørvisvinarligum húsarhaldi, við orkusparing, við at seta benkur upp og fríðka um. Somuleiðis fara søguligir túrar at vera gjørdir í bygdaløgum.

Fyrsta átakið verður nú leygardagin 1. juni kl. 10, tá ið fólk eru vælkomin í Framtíðina við brúktum barnaklæðum, sum tað ber til at lata inn, samstundis sum øll eru vælkomin at fáa sær brúkt barnaklæðir. Ætlanin er at hava klæðir í stødd upp til umleið 16 ár.

Átakið hevur verið roynt tvær ferðir áður og royndirnar eru sera góðar. Íalt vóru uml 300 fólk annahvørt við klæðum, ella og fingu sær klæðir.

Endamálini við júst hesum átakinum eru fleiri, millum annað at læra børn og vaksin, at tað er cool at endurnýta, og at hetta er ein máti at verja umhvørvið. Klædnaídnaðurin er ein tann mest dálkandi ídnaður sum er, tíverri.

Fyri barnafamiljur kann tað vera ein dýrur postur at keypa klæðir. Nú er høvi at fáa sær tað, ið ein ynskir ókeypis, og at koma eitt sindur burturfrá at alt skal snýgva seg um forbrúk. Nógv klæðir eru sera lítið brúkt, og nýmótans, so tað ber til at gera kubbi.

Verðið hjartaliga vælkomin í Framtíðina leygardagin millum klokkan 10 og 16.