Nú 27 útbúgvingar á Fjarlestrardeplinum

Fjarlestur-telda

Nú eru 27 útbúgvingar á Fjarlestrardeplinum.

Fyri einum mánað síðani vórðu fyrstu útbúgvingarnar bjóðaðar út umvegis Fjarlestrardepilin í Vági. Fyrstu vikurnar vóru 12 útbúgvingar bjóðaðar út, men síðani eru aðrar 15 útbúgvingar lagstar afturat, soleiðis at Fjarlestrardepilin í løtuni bjóðar út tilsamans 27 útbúgvingar. Útbúgvingarnar eru í Danmark, Svøríki, Norra og Onglandi.

Áhugin fyri útbúgvingunum á Fjarlestrardeplinum er stórur. Hendan fyrsta mánaðin hevur Fjarlestrardepilin hjálpt fleiri enn 50 føroyingum kring alt landið at finna útbúgving. Millum nógv eftirspurdu útbúgvingarnar er sosialráðgevi, web-mennari, sjúkrarøktarfrøði, bioanalytikari, námsfrøði og lærari.

Komandi vikurnar verða fleiri útbúgvingar lagdar út á heimasíðuna, men umframt heilar útbúgvingar, so verða fyrstu stakskeiðini, umvegis fjarlestur, eisini løgd út í næstum. Stakskeiðini eru ætlaði fólki, ið hava ætlanir um at taka ískoytisútbúgving / ískoytisskeið, skeið sum leggja afturat verandi útbúgving, og uppskúlingar-skeið.
Kunning um útbúgvingar á Fjarlestrardeplinum er á www.fjarlestur.fo

Um Fjarlestrardepilin
Virksemi hjá Fjarlestrardepilinum fevnir um at knýta sambond millum fjarlesandi og útbúgvingarstað.

Á Fjarlestrardeplinum eru hølisviðurskifti við neyðugum amboðum til fjarlesandi, soleiðis at fjarlesandi kunnu:
• fylgja fyrilestrum / undirvísing umvegis internetið
• taka lut í skeiðum, sum Fjarlestrardepilin skipar
• fáa leiðbeining í smb. við útbúgvingina
• lesa og loysa uppgávur sjálvur ella í bólkaarbeiði saman við øðrum fjarlesandi

Hesin parturin av virkseminum hjá Fjarlestrardeplinum byrjar við lestrarbyrjan eftir summarfrítíðina.