Lesandi úr Vági verkstovu í Keypmannahavn

Lesandi

Fyrsta tiltakið í virkna samstarvinum millum vágbingar undir útbúgving og Vágs kommunu er nú sett á dagsskrá tann 11. mai, tá skipað verður fyri verkstova / workshop í Keypmannahavn.

Verkstovan verður skipað við yvirskriftini “Okkara íkast til hvussu Vág kann mennast framyvir”, og verður í Sumpinum á Oyrasunds-næmingaheiminum leygardagin 11. mai kl. 14.00.

Settir eru av nakrir tímar til verkstovuna, har møguleiki verður fyri at leggja fram hugskot, kjakast um hugskot og annars hugleiða um menning og menningarmøguleikum í Vági. Vágs kommuna bjóðar á workshoppini okkurt ábit.

Ætlanin er, at næsta workshopp-verkætlanina verður í Vági í summar, har nøkur av hugskotunum verða løgd fram.

Samskiparar av verkstovuni eru Barbara Holm og Marita Gunnarstein, tey, ið eru áhugaði í verkstovuni kunnu venda sær til teirra á Facebook ella seta seg í samband við Vágs kommunu á vagur@vagur.fo